2017-09-03 11:28
Hoyvík er á veg inn at landa makrel, Hoyvík hevur henda túrin roynt norðanfyri.
Hoyvík hevur fingið 750 tons av makreli, sum verður landaður í Kollafirði. Hoyvík sleppir framat at landa klokkan 21 í kvøld. Faroe Pelagic í Kollafirði fær meginpartin av makrelinum, og ein partur verður koyrdur til Vestmannar til Vestmanna Seafood.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald