2019-01-22 11:00

Hoyvík sum henda túrin hevur roynt eftir makreli beint eystur úr Suðuroynni kom á Fulgafjørð beint eftir midnátt. Hoyvík byrjaði at landa makrel til Pelagos í Fuglafirði í morgun.
Hans Andrias Kelduberg reiðari sigur, at Hoyvík henda túrin hevur fiskað 170 tons av makreli, og vektin á makrelinum liggur um 300 gramm.
Hans Andrias Kelduberg reiðari sigur víðari, at Hoyvík ikki fer útaftur nú. Teir hava ætlanir um at goyma restina av kvotuni til í heyst tá ið makrelurin vónandi liggur omanfyri 400 gramm, sum eisini gevur betri prís.
Hoyvík hevur onga svartkjafta ella silda kvotu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald