
Tá ið Hoyvík kom aftur av seinasta túri, landaðu teir 1.400 tons av makreli til Pelagos í Fuglafirði LES HER
Nú tá ið teir skuldu fara nýggjan túr, tá fingu teir boð um, at øll makrelkvotan, sum føroyingar høvdu í ES-sjógvi var uppfiskað, tí máttu teir venda aftur til Føroyar (Sí mynd niðanfyri) - Hoyvík kom á Vestmanna um middagin, har teir verða liggjandi, tí teir hava onga svartkjaftakvotu ella sildakvotu.
Skipið lá á Vestmanna í alt heyst, klárt at fara at fiska sild ella svartkjaft, men slapp ikki avstað, hóast 41.000 tons av svartkjafti, sum vóru tillutað føroyingum ikki vórðu fiskað, eisini vóru nøkur túsund tons av sild og makreli ikki fiskað í 2018.
Tað tykist løgið fyri tey flestu, tá ið so stórar kvotur, sum eru tillutaðar føroyingum ikki verða fiskaðar - har eru virðir fyri 200 milliónir, sum ikki komu til høldar m.a. av stirvnu skipani hjá Hoydal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald