Mentan

Hoyringssvar frá Felagum Føroysk Marknaðarfólk

...

2015-12-10 21:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Til Mentanarnevndina

Hoyringssvar frá Felagum Føroysk Marknaðarfólk um uppskotini til løgtingslóg um broytt kringvarpsgjald og um stuðul til mentan og list

Felagið Føroysk Marknaðarfólk mælir til, at tað framhaldandi skal vera loyvt at selja bæði útvarps- og sjónvarpslýsingar í Kringvarp Føroya. Høvuðsorsøkin er, at felagið ikki vil missa enn ein týdningarmiklan lýsingarpall av føroyska marknaðinum. Felagið metir, at hesar inntøkur skulu í framtíðini latast í ein miðlagrunn, sum væl og virðiliga tryggjar, at privatu miðlunum, sum fáa stuðul úr grunninum, eru eins fíggjarliga, politiskt, religiøst og hugsjónarliga óheft, sum Kringvarpið longu er.

Fegnast um at KVF fer av fíggjarætlanini
Felagið Føroysk Marknaðarfólk fegnast um, at uppskotið mælir til, at Kringvarp Føroya (KVF) verður tikið av fíggjarætlanini, so tað ikki verður eins lætt hjá politiska landslagnum, at árliga hótta stovnin við skerjingum ella niðurlaging av virkseminum hjá KVF, um tað møguliga er onkur politiskur makthavari, sum ikki skuldi hóvað tíðindaflutninginum hjá annars politisk óhefta stovninum.

Skeivar ákærur
Felagið Føroysk Marknaðarfólk metir, at tað er sera týðandi fyri okkara samfelag, miðlar og vinnulív, at vit hava eitt sterkt og óheft KVF, sum kann hava eitt rættvíst eftirlit við øllum okkara virksemi. Eisini tað vinnuliga og virksemið hjá teimum fyritøkum og feløgum, sum okkara limir umboða.

Í viðmerkinginum til viðgjørda lógaruppskotið verður rørt upp undir, at lýsingar mugu bannast í KVF, soleiðis at KVF skal vera óheft av okkum lýsarum. Hesa ákæru meta vit vera burturvið. Tað hevur altíð verið ein betongveggur millum innihaldið og redaktiónirnar í KVF og lýsingarsøluna. Tað hevur ongantíð borið til hjá nøkrum lýsara ella vinnulívi at ávirka innihaldið hjá Kringvarpinum. Tað fer tað heldur ikki at gera, um stovnurin heldur fram at veita okkum lýsingarpláss í Føroya størsta miðli.

Ikki banna útvarpslýsingum í KVF
Felagið Føroysk Marknaðarfólk vil staðiliga mæla frá at banna útvarpslýsingar í KVF. Verður hetta lógaruppskot samtykt óbroytt, so missa vit enn ein føroyskan lýsingarpall ella platform. Kapping frá bíligari útlendskum lýsingarmiðlum er sera hørð í hesum døgum, og um vit ikki longur sleppa at lýsa í ??F, so hvørvur enn ein platformur av føroyskum hondum.

Tað er jú als ikki ein sjálvfylgja, at um vit banna útvarpslýsingum í almenna ??F, so fara hesar lýsingarupphæddir beinleiðis yvir í privatu útvarpsrásirnar. Veruleikin er, at teir flestu av hesum pengum fara at hvørva úr føroyskum lýsingarvinnuni yvir nátt.

Høvuðsorsøkin er, at privatu útvarpsrásirnar ikki megna at fanga eins nógvar lurtarar sum almenna útvarpsrásin megnar.

Felagið Føroysk Marknaðarfólk fegnast sjálvandi um, at vit hava fleiri og ymiskar útvarpsrásir, og okkara limir lýsa eisini í privatu útvarpsrásunum. Men í síðsta enda, eru vit áhugað í at raka so nógvar brúkarar sum gjørligt, men fyri so fáar pengar sum møguligt. Hesa uppgávu klárar eingin betri enn KVF.

Hetta vísa øll hagtøl. Síðsta almenna lurtararkanningin, sum Gallup Føroyar hevur gjørt, varð gjørd í februar 2013. Hon vísir, at útvarpið hjá KVF hevur í miðal 81% av føroysku lurtaranum, meðan táverandi Rás2 hevði 38% og Lindin hevði 11%. Ein feskari kanning, sum er gjørd í januar 2015 av Lóður vísir, at heili 63% av føroyingum siga seg lurta dagliga eftir KVF, meðan bara 24% lurta dagliga eftir Rás2, 8% eftir VoxPop og 6% eftir KissFM, sum ikki longur er virkin.

Vit hava áður mist føroyskar lýsingarplatformar
Vit hava fyrr sæð lýsingarpengar hvørva av føroyska miðlamarknaðinum. Tá ið Dimmalætting, Vikublaðið og Vinnuvitan fóru á heysin í 2009, vóru tað fleiri, sum hildu, at tær mongu milliónirnar, sum hesi bløðini tilsamans umsótu í lýsingarinttøkum, automatiskt fóru yvir í eftirverandi bløð. Hetta hendi sjálvandi ikki.

Um ein lýsari ein dag lýsir í fýra ymiskum bløðum, men so næsta dagin bara kann lýsa í einum blaði, so fer lýsarin sjálvandi ikki at koyra somu lýsing í tað eina eftirverandi blaðið fýra ferðir. Sostatt hvurvu hesar upphæddir av marknaðinum, tá ið stóri blaðplatformurin varð minkaður niður til tað, sum vit kenna í dag. Marknaðardeildirnar minkaðu um fíggjarætlanirnar ella fluttu upphæddirnar har, sum brúkarin flutti seg til. Í hesum førinum var tað so á Facebook.

Sendið ikki føroyskar lýsingarpengar av landinum
Føroysk marknaðarfólk er altíð áhugað í at raka so nógvar føroyingar fyri so lítið sum møguligt. Tað eru treytirnar, sum okkara vinna virkar undir. Taka tit lýsingarplatformin burtur, sum eitur útvarpslýsingar í KVF, so vera vit noydd at leita okkum, har næstflest føroyskir brúkarar eru at finna. Hetta er tíverri ikki á privatu útvarpsrásunum eins og hagtølini vísa.

Føroysk marknaðarfólk kunnu fáa fatur á nógv fleiri brúkarum og fyri nógv minni pening á útlendskum miðlum, so sum streaming útvarpstænastunum Spotify, Pandora, Google Play og Tidal. Og sjálvandi eisini allir sosialu miðlarnar, so sum Facebook, Instagram, YouTube, Twitter og SnapChat. Og so ikki at gloyma størstu hóttanina móti føroysku lýsingarmiðlunum, nevniliga: Google Ads.

Vinarliga varveitið tí henda týðandi lýsingarpallin í staðin fyri at vera við til at noyða okkum lýsarar at senda fleiri og fleiri av okkara lýsingarpengum av landinum.

Okkara tilmæli til Mentanarnevndina
Sum sagt, hevur altíð verið betongveggur millum okkum lýsarar og redaktiónirnar í Sortudíki. Tað er eingin orsøk at halda, at hetta verður broytt, um KVF framvegis sleppur at veita okkara limum lýsingarpláss.

Felagið Føroysk Marknaðarfólk ynskir bara at varðveita henda týðandi lýsingarpallin og tess inntøkur í Føroyum. Okkara tilmæli er tí at samtykkja lógaruppskotini, sum tey eru. Men tó gera hesar broytingar til uppskotini fyrst:

· Loyvið framvegis KVF at selja bæði útvarps- og sjónvarpslýsingar. Men latið inntøkurnar frá báðum miðlum fara í ein miðlagrunn, eins og uppskotini longu leggja upp til. Hetta vóru meira enn 6 mió. kr. í fjør.

· Føroyskt vinnulív og flestu lýsarar ynskja í størsta mun at vera politiskt, religiøst og hugsjónarliga óheft. Tí metir Felagið Føroysk Marknaðarfólk somuleiðis, at tað er sera týðandi fyri hetta uppskot, at landstýriskvinnan ásetur strangar treytir fyri, hvør miðil kann fáa lut í miðlagrunninum. Ein miðlagrunnur, sum í størstan mun fer at vera fíggjaður av okkara lýsingarvirksemi.

Felagið Føroysk Marknaðarfólk ynskir eins og flest onnur at vera við til at varðveita eitt fjøllbroytt og óheft miðlalandslag í Føroyum. Vit ynskja eisini, at okkara limir og vinnulívið annars skal hava best møguligu karmar at virka undir. Tí meta vit hetta er besta loysnin fyri allar partar í málinum, tað er bæði privatu og almennu miðlarnar, vit lýsarar, lýsingarframleiðarar, føroyski brúkarin og føroyska brúkarasamfelagið.

Stutt um okkum
Felagið Føroysk Marknaðarfólk er áhugafelag fyri fólk, ið arbeiða innan marknaðarføring í Føroyum. Okkara limir umboða størstu vinnuligu og non-profit lýsararnar í Føroyum.

Takk fyri møguleikan at vera hoyrd í hesum máli og góða eyndu við nevndararbeiðnum.

Vinarliga

Nevndin í Felagnum Føroysk Marknaðarfólk

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder