2017-08-01 09:34

Í dag handar Listafólkasamband Føroya Rigmor Dam, landstýrisfólki í mentamálum sítt uppskot um at Hoydalar gerast ein listamiðstøð tá ið Glasir flytur út í Marknagil.
Í Hoydølum kann LISA seta í verk nakað, sum hevur jalig hjáárin langt út í onnur viðurskifti í samfelagnum.
LISA sær í Hoydølum ein søguligan møguleika fyri at gera eitt
umhvørvi, har listafólk arbeiða hvør sær, tvørfakligt og savna
altjóða samstarvsfelagar á einum staði at framleiða og sýna
fram. Ein listalig miðstøð savnar fólk um listaskapan og listaligar
upplivingar í Hoydølum.
Hoydalar sum eitt livandi, opið stað á tremur við tilboðum til
borgararnar og samstundis eitt stað, sum kann bjóða arbeiðsfrið
og sjálvvalda avbyrging til hugsavnan í egnum arbeiðshølum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald