JN

Hoydalar í framtíðini ??? uppskot frá Bústøðum

....

2018-03-02 16:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Bústaðir handaði í august 2017 Mentamálaráðnum uppskotið ???Hoydalar í framtíðini???. 

Mentamálaráðið boðaði t. 26. februar í Kringvarpinum frá, at eingin støða varð tikin til, hvat ið skuldi henda við Studentaskúlanum í Hoydølum. Sambært kvf.fo, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri, at: ???Trupulleikin hjá Mentamálaráðnum er, at eingir pengar eru í fíggjarlógini til Hoydalar, og einki av teimum 46 uppskotunum hevur nágreiniligar ásetingar um fígging, sum Mentamálaráðið annars bað um, tá tað bað um uppskot???. 

Fráboðanin frá Mentamálaráðnum kundi givið tað fatan, at einki uppskot uppfyllir treytirnar, ið settar vórðu. Uppskotið frá Bústøðum inniheldur bæði eina kostnaðarætlan og eitt uppskot til ein fíggingarleist.

 Bústaðir sær tað sum sína skyldu at luttaka í slíkum hugskotskappingum, har møguleikar eru fyri at menna stór og smá økir í bygd og bý. ??kið í Hoydølum er stórt, náttúruvakurt og hevur eina framúr góða staðseting. Har ber væl til at skapa lív og trivnað fyri allar borgarar við m.a. íbúðum, fríøkjum, stovnum og hølum til ymisk endamál. 

Uppskotið, sum Bústaðir hava ment saman við Zeta arkitektum, kann síggjast í síni heild á heimasíðuni hjá Bústøðum. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder