Politikkur

Hoydal noktaði serfrøðingabólkinum at viðgera annað enn uppboðssølu

...

2016-09-20 12:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Munnligur fyrispurningur til Høgna Hoydal, landsstýrimann, um tronga arbeiðssetningin hjá fiskivinnu serfrøðingabólkinum

- Hví hevur landsstýrismaðurin nokta fiskivinnu serfrøðingarbólkinum at viðgjørt nakað annað enn uppboðssølu?

Viðmerkingar:
Millónir brúktar til stóran serfrøðingbólk at viðgerða framtíðar fiskivinnu. Fylgibólkar eru eisini settir.

Nú úrslitið fyriliggur, kemur fram at landdstýrismaðurin hevur noktað bólkinum at viðgjørt nakað annað enn uppboðssølu av rættindum. Hetta hóast bólkurin ynskti at lýsa aðrar hættir.

Spurnartekin má setast við grundina at seta so dýran bólk, tá landsstýrismaðurin longu frammanundan hevði tikið avgerð um útslitið.

Hesin trongi arbeiðssetningur undrar ikki sørt. Hvat vildi vandin verið, at fingið lýst aðrar hættir og hvat var landsstýrismaðurin bangin fyri.

Bólkurin hevur víst á, at ongastaðni í heiminum verður henda skipan brúkt, Har verða alskins aðrir hættir brúktir, men bólkurin slapp ikki at lýsa hesar.

Nógvur peningur er brúktur, so landsstýrismaðurin má hava góða grundgeving fyri tronga abeiðssetningin, sum eisini er strammaður á vegnum av landsstýrismanninum sjálvum.

Tórshavn, 19.September 2016
Jørgen Niclasen,
løgtingsmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder