Ítróttur

Høvuðsungdómsvenjara starv hjá 07 Vestur er leyst at søkja

...

2016-04-07 12:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Felagsliði í Vágum, 07Vestur, søkir eftir høvuðsungdómsvenjara at byrja sum skjótast. 07Vestur fevnir um alt vesturøkið, t.v.s vestursíðuna av Norðstreymoy og Váganar. Felgið hevur heimavallir í Sandavági og Sørvági. Vaksnamannadeildin og tær eldru ungdómsdeildirnar halda til í Sørvági, ímeðan yngru deildirnar (u6 - u12) venja og leika sínar heimadystir, har børnini eru búsett, í ávikavist Sandavági og Sørvági.

Umsitingin hjá 07Vestur er flutt inn í eitt nýtt snotuligt felagshús, við umklæðingarrúmum, uppihaldsrúmið og skrivstovu/køki.

Høvuðsumgdómsvenjarin hevur fótbóltsfagligu ábyrgdina fyri barna- og ungdómsfótbóltinum í felagnum.

Høvuðsungdómsvenjarin hjá 07Vestur, skal fyrst og fremst vera virkin á vøllinum ??? sum venjari og ikki minst sum vegleiðari hjá øðrum barna- og ungdómsvenjarum.

Høvuðsungdómsvenjarain skal harumframt m.a.:

* Virka fyri, at felagið í øllum sínum virksemi leggur seg eftir at liva upp til meginregluna Flest møguligt ??? longst møguligt ??? best møguligt.

* Stuðla upp undir, at einstaki leikarin setur sær greið og ítøkilig mál, og at fylgt verður upp um hesi.

* Stuðla leikarunum í at venja sjálvir ??? at hava eginvenjing.

* Skipa fyri venjarafundum

* Taka lut í felagstiltøkum og skeiðum sum FSF skipar fyri og sum eru ætlaði at geva venjarunum fakligan og praktiskan íblástur. Vit vænta:

* at tú hevur B4 venjaraprógv * koyrikort

* ert fryntligur og fyrikomandi

Løn sbrt. Avtalu.

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til samskiparan hjá felagnum, Jákup OlafJohannesarson, á tlf 590707. 

Ert tú áhugaður at gerast høvuðsungdómsvenjari hjá 07 Vestur, kanst tú senda eina umsøkn viðavritum av prógvum, lívsrensli og viðkomandi skjølum til [email protected] í seinasta lagifríggjadagin 6. mei.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder