Ráðstevna um islam, vesturlendsk virði og tað at vera muslimur í Føroyum verður í Perluni í Havn 20. mai.
Tíðindaskriv frá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi
Tann avbjóðing, sum flóttafólk og tilflytarar úr muslimskum londum hava við sær, stendur ovast í politisku dagsskránni um alt Europa.
Og kjakið snýr seg ikki bara um hvussu hesi fólk kunnu integrerast. Tað snýr seg í alsamt størri mun eisini um islam sum religión.
Hóast Føroyar ikki taka flóttafólk og hóast sera fáir muslimar eru í Føroyum, so fyllir hetta kjakið eisini nógv her heima.
Men kjakið er ofta sera ógvusligt, bondskt og harðligt - og ikki serliga upplýsandi.
Tað er spell tí viðurskiftini millum islam og tað, vit kalla vesturlendsk virði, eru viðkomandi fyri okkum øll.
At talið av útlendingum í Føroyum økist, samstundis sum yvirtøkan av útlendingamálum er sett á lunnar, ger tað alneyðugt at vit koma longur enn at rópa eftir hvørjum øðrum.
Vit mugu viðgera spurningin sakliga, og taka til okkum lærdómin frá okkara grannalondum.
Hetta er orsøkin til, at Javnaðarflokkurin á Fólkatingi leygardagin 20 mai skipar fyri tiltakinum "Hóttir Islam okkum?"
Endamálið er ikki at tala fyri nøkrum ávísum politikki. Tað verða fyrilestrar og kjak, har endamálið eina og aleina er saklig og erlig upplýsing.
Til at leggja fram hava vit fingið fimm luttakarar, sum umboða ymisk øki, ymisk sjónarhorn og ymiskar royndir. Tríggir búgva í Danmark, og hava serstakt innlit í muslimsku umhvørvini og islam sum religión. Hesir taka ið hvussu er lutvíst støði í donskum royndum, men ein teirra fer eisini at nema við, hvat føroyingar kunnu læra av hesum royndum. Hinir báðir taka í størri mun støði í føroyska veruleikanum:
Brian Arly Jacobsen, lektari, og Ph.D í religiónssociologi.
Thomas Hoffmann, proffessari, og Ph.D í bókmentafrøði og religiónssøgu.
Heini í Skorini, Ph.D í altjóða politikki og religiónsvísindi.
Tarek Hussein, løgfrøðilesandi, fyrilestrahaldari og klummuskrivari fyri Politiken.
Ugur Keviouglu, námsfrøðingur.
Millum spurningarnar, sum teir uttan iva - opið og erliga - fara at umrøða, eru hesir:
Eru grundleggjandi virðini hjá donskum muslimum øðrvísi enn tey hjá øðrum dønum?
Hví tykist Islam so ofta at vera í stríð við talufrælsi og fólkaræði? Hvat sigur Koranin um hetta?
Er terror í samsvari við islam?
Kann umrøðan av muslimum í dag samanberast við nakað, vit hava sæð áður í søguni?
Eru muslimar tann vandi fyri norðanlond, sum teir ofta verða gjørdir til í kjakinum?
Hvørjar avbjóðingar fáa Føroyar, um vit lata dyrnar á glopp fyri flóttafólki?
Ráðstevnan verður í Perluni í Havn, leygardagin 20. mei kl 13-16. Tað er ókeypis atgongd.
Javnaðarflokkurin á Fólkatingið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald