Í sambandi við 25 ára haldið fyri ??rkina hevur stýrið havt fund og skipað seg av nýggjum.
Árni Jacobsen, sum hevur verið í stýrinum síðstu 15 árini og formaður síðstu mongu árini, er farin frá sum formaður og farin úr stýrinum.
Nýggjur formaður er Jonhard Joensen.
Hann hevur sitið í stýrinum síðani 2003 og verið næstformaður síðstu árini.
Fyri Árna er Pól Jákup Poulsen valdur í stýrið.
Hinir stýrislimirnir eru: Símun Hansen, næstformaður, Johanna Christiansen, skrivari,
Mourits Mouritsen, Absalon Olsen og Sigurdur Bjarni Gislasson.
Hotel ??rkin er í góðum standi. Síðsta árið eru fleiri dagførðingar gjørdar, so sum
sjónvarpsnetið, brandávaringarskipanin, internetið og vaskirúmið.
Síðsta ár vaks gistitalið við 12 % og kom upp á 77%.
Stýrið var nøgt við roknskapin, sum gav gott 100.000 føroyskar kónur í yvirskoti.
Tá nýggi formaðurin í stýrinum, Jonhard Joensen, verður spurdur um framtíðarætlanir fyri ??rkina, svarar hann soleiðis:
- At vit framhaldandi hava eitt gott og væl rikið gistingarhús, sum samstundis er eitt
kristiligt heim.
- Vit hava góð starvsfólk, men ynskiligt er, at fleiri føroyingar starva á ??rkini.
- Vit vóna, at samstarvið við Landssjúkrahúsið í Føroyum um at hýsa sjúklingum, sum koma til Reykjavíkar til viðgerðar, stendur við og styrknar.
- Í nøkur ár hevur talan verið um at byggja nøkur kømur afturat ??rkini.
Fyribilstekning er gjørd, og byggiloyvið er tøkt til 20 nýmótans og rúmlig kømur, har eisini hædd verður tikið fyri tørvinum hjá sjúklingum.
Verður hetta gjørt, so verður tann bygningurin niðan móti Skipholti-
Í dag 4. juni kl.14. verður hátíðargudstænasta í Háteigiskirkju við Jógvani Fríðrikssyni, bispi.
Móttøka verður í ??rkini frá Kl.15.00 til 18.00 har øll eru vælkomin til føðingardagskaffi.
Sunnudagin 5. juni kl.16.00 verður møti á ??rkini, har øll eru vælkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald