2016-08-06 20:00
07Vestur.fo: Tá 15 minuttir vóru eftir av dystinum í dag móti AB, sluppu vit aftur at síggja inn í framtíðina hjá 07 Vestur, tá 17-ára gamli Hørður Egilsson úr Sandavági kom á vøllin fyri besta liðið fyri fyrstu ferð.
Ungi sandavágsdrongurin hevur lukta til besta liðið fyrr, og hevur fingið pláss á bonkinum eisini. Hann hevur verði millum mest leikandi leikararnar á 2. liðið, umframt á unglingaliðinum.
Hørður er vinstrabeintur og spælir mest á vinstra bakki, har hann eisini kom inn í dag. Hann kann eisini spæla á vinstra vongi. Hann er tryggur á bóltinum og er sera skjótur.
Vit gleða okkum til at síggja nógv meira til Hørð komandi árini. Hjartaliga tillukku við fyrsta dystinum!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald