Ítróttur

Hørður skrivað sáttmála við 07 Vestur

...

2016-01-13 14:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07Vestur.fo: Í gjár skrivaði 07 Vestur sáttmála við enn ein av okkara egnu ungu leikarum. Tað er við Hørð Egilsson, sáttmálið er gjørdur, og vit gleða okkum at fylgja við hvussu leikur ferð.


17-ára gamli unglingaleikarin hevur enn fyrsta dystin til góðar á besta liðinum, men hevur avgjørt framtíðina fyri sær. Hørður er vinstrabeintur leikari, og hevur spælt fyri tað mesta á vinstra bakki, men hann kann saktans leika longur frammi eisini.

Vit ynskja Hørði hjartaliga tillukku við sáttmálanum, og gleða okkum framhaldandi at síggja hann í svørtum!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder