Ítróttur

Hørður og 07 Vestur gjørt sáttmála

...

2016-09-26 16:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07Vestur: Enn ein av lovandi talentunum, Hørður Egilsson, hevur skrivað avtalu við 07 Vestur. 18-ára gamli sandavágsmaðurin hevur spælt mest á 2. liðið og unglingum, men í ár hevur hann eisini fingið sínar fyrstu minuttir á besta liðinum.


Hørður fekk sínar fyrstu minuttir í 7-1 sigrinum heima móti AB, tá hann avloysti Jóannis á Steig á vinstra bakki. Vikuna eftir fekk hann sín næsta dyst, úti móti KÍ. Tá kom hann inn fyri Søren, men spældi aftur á vinstra bakki. Annars hevur Hørður eisin spælt vinstri kantur, serliga hjá unglingum.

Vit gleða okkum at síggja meira til Hørð. Hjartaliga tillukku!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder