JN

Hondbóltur: U-19 tapti 33-34 móti Moldova

...

1900-01-01 03:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

HSF skrivar:

Føroyska U19 landsliðið tapti seinna dystin í dag tepurt fyri Moldova. Endaliga úrslitið var 33-34, eftir at Føroyar hevði verið á odda 19-13 í hálvleikinum. Liðini fylgdust fyrstu løtuna, men drógu føroyingarnir frá í seinnu helvt av fyrra hálvleiki. Leiðslan hjá føroyingunum var skjótt etin upp av Moldovum í seinna hálvleiki og vóru teir fleiri mál framman fyri, áðrenn føroyingarnir svaraður aftur, men tá var ov seint. Topskjúttin hjá Føroyum, Áki Egilsnes, var ikki við, tíhann meiddi sær fótliðin í fyrra dystinum í dag móti Estlandi.

Málskjúttar hjá Føroyum vóru:
Pætur Johansen 10
Kjartan Johansen 10
Fríði H. Weyhe 4
Pætur Thomsen 4
Rói B. Hansen 3
Helgi H. Hoydal 1
Hilmar Leon Jakobsen 1
Johan í Garðastovu 1

Føroyska liðið spælir móti Georgia í morgin kl. 14.45 føroyska tíð

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder