Í samband við, at FTZ-deildin byrjar landskappingarárið í vikuskiftinum, so hava vit sett Petur Mittún, venjara hjá H71, nakrar spurningar um komandi kappingarár - H71 spælir sín fyrsta dyst komandi mikudag, tá ið teir møta Neistanum. H71 hevur í nógv ár ligið í fremstu røð í føroyskum hondbólti.
Hvat vænta tit av kappingarárinum?
Rokni við at kappingarárið verður sera spennandi, har fleiri lið enn nakrantíð koma at gera seg galdandi í mun til finaluplássini.
Hvat er tykkara mál?
Topp 4. Vónandi kunnu vit av álvara blanda okkum upp í hendan bólkin og harvið spæla við um finaluplássini.
Hvat er tykkara besta vápn?
Tað er nokk ein blanding av fleiri, men ein stinn verjan er sum altíð eitt gott grundarlag.
Hvørji lið vænta tit fara, at kappast um FM-heitið?
Eg vanti eina tættari kapping enn undanfarna kappingarár, har upp til 6 lið kunnu gera seg galdandi til eitt møguligt finalupláss. Ítøkiligt vanti eg, at Kyndil, KÍF og VÍF eru favorittar til finaluplássini. Vónandi kann H71 blanda seg uppí hetta stríðið. Outsidarar eru StÍF og Neistin. ??t frá úrslitunum av venjingardystum og tí sum eg havi sæð, so eru StÍF og Neistin eisini góð boð uppá lið, sum koma at blanda seg í kappingini um finaluplássini. Hetta kom m.a. til sjóndar í dystuinum um Lionsbikarið.
Hvussu sær tykkara hópur út?
Nógvir ungir leikarar eru í hópinum. Sum vant hjá H71 eru fleiri leikarar farnir av landinum í útbúgvingarørindum. Í ár hava vit mist í meira lagi, meðan tilgongdin ikki hevur verið tann sama. Tískil er hópurin í ár eitt sindur smalri enn síðsta kappingarár.
Hvørjar spælarar hava tit mist?
Rúni Højgaard, Bogi Davidsen, Hallur Biskopstø, Hanus Kristiansen og Jesper Pedersen. Harumframt er Hilmar Leon Jakobsen ikki byrjaður at venja enn vegna skaða. Vantandi verður hann ikki við í ár. Sostatt hava vit mist nærum eitt heilt lið, har fleiri av leikarunum vóru berandi kreftir í fjør. Hetta setir sjálvsagt síni spor.
Hvørjar spælarar hava tit fingið?
Danin Peter Krogh er komin afturat hópinum. Harumframt er Jónas Djurhuus komin við aftur eftir knæskaða, sum gjørdi at hann var burtur alt síðsta kappingarár. Á málmannsplássinum hava vit fingið tilgongd av Johan Hofgaard, sum saman við Ára og Tóraldur kemur at mynda málmanns plássið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald