JN

Hondbóltur: SÍF vann gull í bólkinum U14 dreingir B

...

2018-03-15 22:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Kappingin er liðug í bólkinum U14 Dreingir B. - SÍF-liðið hevur manning úr Bø, Miðvági og Sandavági.

KÍF tók í kvøld ímóti SÍF í Høllini í Kollafirði, talan gjørdist um ein tættan og spennandi dyst, sum SÍF vann við 13-12, eftir at hálvleiksstøðan gjørdist 6-6, tá ið 11 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki var støðan 10-10 og í 34 minutti var støðan 11-11, tá ið klokkan vísti 38.35 kom SÍF framum til 13-12, tað kom einki mál tey seinastu 85 sekundini, so endaliga støðan gjørdist at SÍF vann 13-12.

SÍF hevur vunnið allar dystirnar uttan ein (Tann leiktu teir javnt ímóti VÍF)

SÍF-leikararnir fingu í kvøld gull heiðursmerkir og steyp fyri at vinna deildina - Tað var Jákup Dam úr Kollafirði, ið handaði medaljur og steyp.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder