??ll oddaliðini í Atlantic Airwaysdeildini vunnu sínar dystir, sum eru leiktir um vikuskiftið, tískil er støðan óbroytt í oddinum.
Sum vit skrivaðu í gjár, so fingu vestmenningar skarpan gang av TK í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki fingu vestmenningarnir sigurin í hús.
Dysturin í dag í Kollafirði millum KÍF og Kyndil gjørdist meira spennandi, enn tey flestu høvdu rokna við, KÍF førdi í hálvleikinum, men Kyldin fór avstað við stigunum við at vinna 22-25 á meistaraliðnum frá í fjør.
Dysturin á Skála millum StÍF og H71 gjørdist eisini sera spennandi, StÍF helt allan dystin tørn og spenningurin helt sær til seinasta minutt. H71 vann tepurt 26-28.
VÍF er framvegis fremst við 28 stigum - Kyndil og H71 hava bæði 25 stig.
Myndamaður okkara var til dystin KÍF-Kyndil - Sí HER:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald