Sum vit skrivaðu fríggjardagin, so kemur her seinni partur av metingini hjá Ásbjørn Nielsson Nattestad.
Í Klaksvík fer Stjørnan avstað við sigrinum tá ið StÍF kemur á vitjan. KÍF vinnur ein sannførandi sigur í Kollafirði tá ið StÍF kemur á vitjan. Í dystinum í Vestmanna kann alt henda tá ið H71 vitjar VÍF. Í Elektron deildini fær Neistin eitt ella bæði stigini. Les metingina hjá Ásbjørn niðanfyri.
Stjørnan - StÍF (Elektron deildin) klokkan 18:30 týsdagin.
Dysturin millum tvey av liðunum, sum eg vænti fara at liggja niðast á stigatalvuni tá kappingin endar. Tó so fara tey heilt vist at stjala stig frá onkrum av hinum liðunum. Stjørnan hevur eitt ungt og nýtt lið og tí koma tær at svinga rættuliga nógv í teirra avrikum. Og so vístu tær í VB-dystinum, at tær gott kunna við at vinna hóast tær vóru aftanfyri við sjey málum í byrjanini. StÍF manglar fleiri leikarar frá í fjør. Og tað kemur at merkjast, serstakliga í byrjanini. Og tí fer Stjørnan nokk at vinna hendan dystin, sum eg vænti verður rótutur og eisini málfátækur.
KÍF - StÍF (Atlantic Airways deildin) klokkan 19:00 mikudagin.
Kollfirðingar eru millum størstu favorittarnar at náa einum finaluplássið og tí var tað eitt stórt vónbrot fyri teir at tapa móti Kyndli. Og tíverri fyri strandingar so koma teir at merkja "vreiðina" yvir tapið hjá føroyameistarunum. Eisini kann væl vera, at StÍF-leikarnir fara at vera eitt sindur troyttari enn KÍF-leikarnir, sum hava havt frí í vikuskiftinum. Trúgvi, at KÍF vinnur sannførandi, men tó ikki ein stóran sigur.
H71-VÍF (Atlantic Airways deildin) klokkan 19:00 mikudagin.
Hvørgan av liðunum hava havt eina byrjan, sum tey vónaðu, men vunnu bæði í vikuskiftinum. H71 hevur mangla Rúna Højgaard, og honum hevur tað verið saknur í. Men tað er einki at ivast í, at sigurin á Team Klaksvík var júst tað hoyvíkingar høvdu brúk fyri. Men teir møta einum krútsterkum VÍF-liðið, sum sær út til at vera alvorliga á veg uppeftir. VÍF taptu tveir teir fyrstu dystirnar, men hava síðani vunnið trygt á StÍF og smildra Neistan av. So tann vanligi stríðsviljin, sum øll vita, at hoyvíkingar hava má liggja sera frammarlaga, tí soleiðis sum VÍF koyrir beint nú kunna teir vera tungir at syfta. Her er aftur ein dystur har alt kann henda og fyrr ella seinni fær VÍF beinini niður aftur. Eg vil siga, at prosentvís so eru prosentini 45-10-45 til dystin.
Neistin-VÍF (Elektron deildin) klokkan 19:45 mikudagin.
Tvær av bestu kvinnumanningunum møtast í einum dysti har nógv kann henda. Neistin hevur í mun til í fjør veruliga merkt saknin í teimum mongu málunum frá Barbaru Brauer. Eitt stig í tveimum dystum er als ikki nøktandi hjá teimum. Tí eru tær pískaðar til at vinna hendan dystin. VÍF-kvinnurnar eru ikki komnar nógv frægari frá byrjan og skula tær vinna á FM-vinnarunum so krevst, at 2xDurita og Liljan sleppa betri til sín rætt enn seinast tá tær vóru í Havn (ok, tá var Ljósstein ikki við). Men tað slepst ikki undan, at VÍF hevur eitt lið, sum hevur sera sterkar leikarar á øllum plássunum. VÍF-liðið er eisini sera ungt, meðan Neista-leikarnir hava nógvar garvaðar leikarar, sum vita hvat tað er at vinna. Og tað verður tað, sum skal til hjá Neistanum fyri at standa við báðum stigunum tá dysturin er liðugur. Fyri, at VÍF skal vinna er neyðugt hjá teimum at steðga Báru Hansen, sum heilt klárt hoyrir til teir bestu spælstýrarnar í Føroyum. Vænti ein tepran sigur til Neistan ella javnleik.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald