Tað er Hallur Danielsen, sum tippar komandi dystirnar.
Hann væntar, at Neistin, Kyndil og VÍF vinna teirra dystir, sum vera spældir í vikuskiftinum í Elektron deildini.
Í Atlantic Airways deildini væntar Hallur, at KÍF, StÍF vinna og at dysturin í Klaksvík kann fara báðar vegir.
VB ??? Neistin (Elektron deildin)
Tað kann blíva ein sera spennandi dystur í VB høllini leygardagin, tá Neistin vitjar VB í Vági. Bæði liðini hava fingið toluliga byrjan upp á kappingarárið, hvørs kvinnukapping væntandi verður tættari enn undanfarin ár.
Trýfaldu Føroyameistararnir úr Neistanum eru ikki eins sterkar uttan Barbaru Brauer, men mugu framvegis metast sum eitt tað sterkasta liðið í deildini, og tað ljóðar at VB eisini væntandi verður betri sum árið líður. Á heimavøllinum hjá VB fær ongin nakað givið, so Neistakvinnur skulu spæla ein góðan dyst, um tað skal eyðnast at vinna. Og tað vænti eg eisini at Neistin ger.
Stjørnan ??? Kyndil (Elektron deildin)
Aftur tvey lið, sum eru vælnøgd við byrjanina av kappingini. Stjørnan byggir upp av nýggjum, meðan Kyndil ynskir at byggja víðari á góðu gongdina frá í fjør. Men hetta umfarið er Kyndil kanska greiðasti favoritturin í Elektron deildini. Kyndil hevur betri breidd, eins og Stjørnan hevur fleiri heilt nýggjar leikarar millum tær fyrstu sjey. Hinvegin vísti Stjørnan styrki, tá VB rann frá teimum í byrjanini av fyrsta dystinum, sum Stjørnan eisini at enda vann. Eg vænti tó, at Kyndil vinnur lutfalsliga greitt í Klaksvík leygardagin.
StÍF ??? VÍF (Elektron deildin)
Bæði liðini fingu eina linnliga byrjan. Tey hava nógvar heilt góðar hondbóltsleikarar, og serliga VÍF kann, um alt kemur at rigga, saktans blanda seg í stríðið um finaluplássini. Men eg vænti ein tættan dyst og tað er sera torført at peika á ein vinnara.
VÍF hevur ivaleyst arbeitt hart við álopsspælinum og kanska serliga álopsdissiplinini seinastu vikuna, og er tað komið upp á pláss, so sær gott út hjá VÍF. Hjá StÍF hongur lutfalsliga nógv á Rebekku Justinussen, men koyrir tað hjá henni, kunnu strandingar vinnað á øllum, serliga á Skála.
Eg vænti tó ein sigur til VÍF
Team Klaksvík ??? Neistin (Atlantic Airways deildin)
Neistin hevur fingið eina flúgvndi byrjan uppá kappingina við sigrum á bæði Kyndli og H71. Eitt er, at Neistin hevur vunnið dystirnar, men tað er serliga mátin, sum hevur tikið øll av bóli. Neistin spældi móti H71 sera góðan og fjøltáttaðan hondbólt, sum kann bera langt.
Team Klaksvík hevur hinvegin fingið eina trupla byrjan. ??tlendsku leikararnir eru ikki komnir veruliga ígongd og sterki striku- og verjuleikarin Dánjal Kjærbo hevur verið leikbannaður síðani fyrstu løtuna í fyrsta dystinum í Kollafirði.
Ongin ivi er um, at tey flestu munnu vænta, at Neistin vinnur í Klaksvík leygardagin, men har eru tvey men. Dugir Neistin eins væl at spæla favorittleiklutin? Og hvussu sterkir eru Team Klaksvík nú bæði Zarko, Igor og Dánjal eru við á liðnum?
Eg vænti ikki, at Neistin dugir eins væl at vera favorittur og eg ivist ikki í, at Team Klaksvík verður munandi sterkari. Tí vænti ein javnan dyst, sum Team Klaksvík eins væl kann vinna.
StÍF ??? VÍF (Atlantic Airways deildin)
StÍF og VÍF eru tvey lið, sum væntandi verða við í kappingini um at røkka finaluplássunum í landskappingini í ár.
VÍF hevur fingið eina trupla byrjan, meðan StÍF enn ikki hevur verið sannførandi.
Ivaleyst kann nógv henda í hesum dystinum, sum bæði liðini hava tørv á at vinna. StÍF tapir sjáldan tvær ferðir á rað á heimavølli, men Vestmenningar eru svangir. VÍF hevur eisini klára seg lutfalsliga væl móti StÍF á Skála seinastu árini, so alt er opið.
Hevur Levi Nybo ein av sínum góðu døgum, so vænti eg, at StÍF vinnur, men tað treytar, at Borgar og hinir, ið mynda verjupartin hjá StÍF, fáa fatur á Filip Jojic, sum er sterkasta álopsvápnið hjá VÍF.
Tey, sum fara at hyggja eftir dystinum kunnu annars gleða seg til ein góðan, ferðmiklan og kanska rokaligan hondbóltsdyst. Fleiri spennandi ungir leikarar eru eisini á liðunum. Og m.a. skulu fólk hava eyguni við teimum báðum 17 ára gomlu Kjartan Johansen hjá StÍF og Áka Egilsnes hjá VÍF, sum báðir eru lám.
KÍF ??? Kyndil (Atlantic Airways deildin)
Enn ein spennandi dystur, sum als ikki er avgjørdur undan dystarbyrjan. KÍF heldur fram í sama spori, meðan Kyndil hevur, sum væntað, við nógvum nýggjum leikarum í hópinum, svinga nógv. Tað sær út til, at Kyndil í álopspartinum, hevur torført við at finna javnvágina millum skjótt flótandi og avmált skipað spæl. Í verjuni hevur samansetingin av Finnuri Hansson og David Edvardsen í miðvejuni heldur ikki rigga heilt eftir ætlan enn.
KÍF styrknar í hvørjum, og leygardagin verður Tony Weyhe við aftur. So nú líkist K??F aftur liðnum frá undanfarna ári, hvørs eitt av eyðkenninum var gott kontant verjuspæl.
KÍF er eisini favorittur og eg vænti at teir vinna.
Ítróttur
Hondbóltur: Meting um komandi dystir
...
2013-10-11 19:44
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald