Ítróttur

Hondbóltur: Meting um komandi dystir

...

2013-10-18 17:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í vikuskiftinum vera fýra dystir spældir, 3 av teimum verða spældir leygardagin og tann eini verður sunnudagin. Vit hava fingið Ásbjørn Nielsson Nattestad at meta um komandi dystirnar. Hann metir at Kyndil vinnur sín dyst í Elektron deildini ímóti StÍF. Í Atlantic Airways væntar hann, at dysturin millum Kyndil og StÍF verður javnur, har Kyndil vinnur við einum máli. Um dystin í Klaksvík heldur Ásbjørn, at vit fáa ein javnan dyst, men hann roknar við, at H71 dregur longra stráðið. Eisini roknar Asbjørn við einum tøttum dysti í Havn millum Neistan og VÍF, tó roknar hann við, at VÍF fær bæði stigini.

Kyndil - StÍF(Elektron deildin) klokkan 14:30 leygardagin.

Kyndilskvinnur eru byrjaðar øgiliga væl. Serstakliga í verjupartinum hevur tað eydnast væl, tí eftir tríggjar dystir eru einans 47 mál komin ímóti. Eisini imponeraðu tær við at vinna trygt á Stjørnuni hóast tvær av stuðulsleikarunum, Jórun Ludvig og Anna Sofía Hjalt Mohr, als ikki vóru við. StÍF hinvegin hevur havt eina vánaliga byrjan við tveimum greiðum tapum. Tískil meti eg kvinnurnar hjá Kyndli at vera greiðastu favorittarnar í vikuskiftinum. Væntandi verður sigurin um eini fimm-seks mál. Eisini 

Kyndil - StÍF (Atlantic Airways deildinklokkan 16:00 leygardagin.

Kyndil hevur havt eina góða byrjan við tveimum flottum sigrum á VÍF og KÍF, sum eru tveir av allarstørstu favorittunum til eitt finalupláss. Hinvegin taptu teir á Neistanum. StÍF hevur havt eina upp og niður byrjan. Taptu við einum móti H71 á Skála, vunnu trygt á Team Klaksvík, men taptu síðani á VÍF. Og hevur byrjanin á manssíðuni lært okkum nakað so er tað, at her kann alt henda. ??t frá úrslitunum og tað fakta, at Kyndils-málverjin, Mladen Mjerimacka, hevði eitt bjarginarprosent á yvir 60 móti kollfirðingum mugu grønu havnarmennirnir metast at vera favorittar. Hinvegin so eru strandingar ikki langt aftanfyri, men trupulleikin hjá teimum er tó, at Sveinur hevur havt eitt sindur av skaðum at drigast við. Verður hann frískur so kann StÍF eins væl enda við sigrinum. Eitt er so heilt vist. Hesin dysturin verður ikki avgjørdur fyrr enn móti heilt í endanum, uttanso at annað liðið fær ein ordiligan niðurtúr. Fyri at takað samanum so er Kyndil tó ein evarska lítil favorittur og vinnur møguliga við einum málið, men StÍF kann fyri tað gott vinna dystin um Kyndil gevst at spæla.

Team Klaksvík - H71(Atlantic Airways deildin) klokkan 18:00 leygardagin

Í upptaktini løgdu klaksvíkingar ikki fingrarnar í millum og søgdu málið vera at koma í tvær finalur. Og hóast tað hevur gingið støðugt betri og spælið millum Zarko og Igor gerst alsamt betri so er tað nú teir skula koma í gongd um teir skula náa hasum eina finaluplássunum. Og tað er als ikki ómøguligt, at teir vinna á H71, sum tapti á Neistanum seinast. Tapir H71 so má tað metast sum ein sera vánalig byrjan, meðan tapir Team Klaksvík so sær tað út til at skula gerast ein trupul kapping hjá teimum í FM-kappingini. Men tá tað er sagt so eru meiri enn 20 dystir eftir og við eini so javnari kapping eru teir framvegis við. Størsti trupulleikin hjá klaksvíkingum er væntandi breiddin. Men eru allir mans tøkir og 100% so kann Team Klaksvík vinna á øllum. Men móti H71 vænti eg, at teir vera ov stuttir. Trúgvi, at tapið móti Neistanum, fer at fáa nakað fram í H71, sum teir eru sera kendir fyri: ein øgiligan stríðsvilja. Og eg trúgvi samstundis, at tapið fer at gera, at hesin dysturin akkurát koppar til H71, men tó hevur Team Klaksvík ein góðan møguleika at vinna.

Neistin - VÍF (Atlantic Airways deildin) klokkan 16:00 sunnudagin.

Neistin hevur havt eina framúrskarandi góða byrjan, meðan vestmenningar als ikki hava havt eina nøktandi byrjan. Og so er spurningurin um og/ella hvussu hetta fer at merkja dystin. Um vestmenningar føla trýstið ov nógv so hevur Neistin ein framúr møguleika. Men hinvegin so hevur VÍF eina væl størri breidd og samstundis vildi eg mett, at á pappírinum hava teir eisini betri lið enn Neistin, sum enn ikki hevur merkt nakran sakn í Andrassi Joensen. Sum við flestu dystunum í AA-deildini so kann alt henda, men trúgvi, at rutinan hjá VÍF bjargar teimum hesaferð og stjala teir helst tvey stig móti endanum í einum sera jøvnum dysti.

Sí eisini toppskjúttalistan.

Ein meting av dystinum, sum vera spældir týsdagin og mikudagin kemur út týsdagin. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder