Ítróttur

Hondbóltur: Meting um komandi dystir

....

2013-10-03 22:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vit fara at royna at hava eina tipping til hvørt umfar í hondbóltkappingini í vetur. Hesuferð hava vit fingið Ásbjørn Nielsson Nattestad at at tippa um 2.umfar.

Atlantic Airways deildin

Team Klaksvík - StÍF

Team Klaksvík kemur at fáa trupulleikar nú tá hvørki Dánjal ella Igor vera við, tí vænti eg, at StÍF vinnur stórt. Klaksvíkingar høvdu ein ringan dag í Kollafirði og hópurin er smalur. Strandingar taptu í móti endanum móti hoyvíkingum. Og tað er tekin um, at StÍF hevur eitt gott lið. Eg trúgvi at alt annað enn ein sigur til StÍF verður mett sum eitt vánaligt úrslit fyri teir. Team Klaksvík - StÍF 21-33.

Kyndil - Neistin

Kyndil spældi í 40-45 min. móti VÍF framúrskarandi hondbólt, men leiktu síðani í 15 min. út av lagið vánaligan hondbólt. Spæla teir upp til sítt besta so kann tað gerast ein tryggur sigur. Hópurin er størri í ár og eisini hava teir fingið ein frálíkan málverja. Og spælir Høgni Klein Olsen sum sunnudagin so verður hann torførur at steðga. Neistin hevur ikki spælt enn í kappingini og eru tí truplir at meta um, men síðsta kappingarár tók unga liðið seg nógv fram og mangan gjørdu teir fortreð við tey sterkaru liðini. So er spurningurin hvat steðgurin hevur gjørt við liðið. Dysturin her kann gerast tættari enn úrsliti bendir á, men havi Kyndil sum favoritt. Kyndil - Neistin 28-22.

VÍF - KÍF

Vænti hetta verður ein gysari av teimum heilt stóru har høllin í Vestmanna allarhelst fer at vera skítfull og kóka til seinastu løtuna. So verður spurningurin hvat lið megnar at halda høvdið mest kalt. KÍF hava fingið Tony aftur og er tað ein avgjørdur styrkur, sum heilt víst fer at hjálpa teimum nógv. Hinvegin so meti eg, at VÍF hevur kanska besta liðið í landinum um hugt verður eftir breidd og styrki á teimum bestu leikarunum. Hetta eru eisini tvey lið, sum hava frálíkar málverjar so málini áttu ikki at verið so mong í tali, men við tí frálíka álopsspælinum hjá liðunum vænti eg, at tað koma sera nógv mál. Eisini eru liðini vanliga garantar fyri mongum skjótálopum. VÍF - KÍF 33-32.

Elektron deildin

Kyndil-Neistin

Neistin hevur ikki spælt enn, men hava mist Barbaru Brauer frá seinasta kappingarár. Harafturat hava tær skift málverja. Spurningurin er so hvussu Neista-kvinnurnar eru fyri. Kyndil spældi í verjupartinum ein framúrskarandi dyst móti VÍF og stóð Kristina ein branddyst. Men álopsspælið haltaði væl afturúr og skal tað fáast skil á, um Kyndil skal hava stig móti Neistanum, sum hóast Barbara er farin, hevur Neistin framvegis eitt gott lið. Trúgvi tó, at sigurin á VÍF hjálpir Kyndils-kvinnum tað lítla pettið fram um Neistan í hesum umfarinum. Kyndil - Neistin 22-21.

VB - StÍF

VB verður mett sum ein kandidatur til at koma í finaluna, men taptu heldur óvæntað á Stjørnuni. StÍF hevur so ikki spælt og liðið sær eitt sindur øðrvísi út í mun til í fjør, so hesin dysturin er sera trupul at meta um. Tó er tað altíð sera torført at spæla í Vági, og tað trúgvi eg gevur VB fyrimunin í hesum førinum. VB - StÍF 25-22.

VÍF - Stjørnan

VÍF hevur eitt tað sterkasta liðið í kvinnudeildini, men fingu ein reguleran umgang frá Kyndli farna vikuskiftið. Vardu væl, men høvdu stórar trupulleikar av at fáa mál. Um VÍF skal fáa eitt finalupláss í ár, so er týdningarmikið, at tær fáa gongd í Liljuna, og 2x Duritu. Um tær tríggjar sleppa at spæla sítt spæl, so fer Stjørnan rættuliga at fáa oyruni í maskinuna. Stjørnan hevur hinvegin einki trýst á sær, tí eingin væntar sær nakað serstakligt frá teimum. Tær hava tó longu vunnið á VB, og hóast tær hava eitt ungt lið, so kunna tær gott gera meiri enn eitt sindur av balladu um dystirnir móti teimum ikki verða tiknir í størsta álvara. VÍF - Stjørnan 28-19.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder