Ítróttur

Hondbóltur: Føroyar vann 33-23 á Georgia

...

2015-07-03 02:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 HSF:

So bragdaði aftur hjá føroyska U19-landsliðinum. Okkara vunnu fyri løtu síðani 33-23 á Georgia, eftir 15-12 í hálvleikinum. Okkara settu seg á dystin frá fyrsta brígsli og hóast Georgia gjørdi nøkur hál inn á leiðsluna í leypi av dystinum, so var sigurin ongantíð í vandi og øktist leiðslan at enda við.

Sigurin hevur við sær, at Føroyar skal spæla um 13-14 pláss í morgin kl. 12.00 føroyska tíð móti Eysturríki. 16 lond hava luttikið í European Open í ár.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Áki Egilsnes 7
Kjartan Johansen 5
Rói B. Hansen 4
Sjúrður Olsen 4
Pætur Thomsen 4
Pætur Johansen 2
Hilmar Leon Jakobsen 2
Johan í Garðastovur 2
Fríði H. Weyhe 1
Hallur Árason 1
Bartal K. Olsen 1

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder