Vinna

Hondbóltur: 60 fólk úr Vágum eru til Hillerød Påskecup 2019

...

2019-04-21 17:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Skírishósdag fóru 5 lið hjá SÍF og Søljuni til Danmarkar at luttaka í Hillerød Påskecup 2019, við í ferðalagnum eru íalt 60 fólk úr øllum bygdunum í Vágum.

Tað hevur gingið væl hjá ungu hóndbóltsleikarunum, tað eru 3 lið mannað við dreingjum - DR12, DR14 og DR16 og 2 lið mannað við gentum G12 og G14.

Liðini kláraðu seg væl, best gekk hjá G14 sum vunnu gull, G-12 vunnu silvur og D14 taptu dystin um bronsumedaljurnar - sí øll úrslitini niðast undir myndunum.

G14 vunnu sín bólk - so tað var ein super stemningur í høllini í Hillerød. Jóhanna Jacobsen málmáðurin hjá G14 vann heiðurin sum dagsins leikari í finaludystinum, og Irdi, sum er mamma til eina gentu í G14, fekk heiðurin, sum besti finaluáskoðarin.

Vágafólkini hava havt ein super túr í Hillerød á páskum, ferðalagið kemur aftur til Føroyar í morgin.

Síggj fleiri myndir HER

Myndirnar hevur Eli M. Jákupsson tikið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder