Í Atlantic Airways deildini hevur ein dystur veri í kvøld, tann dysturin var spældur í Klaksvík har Team Klaksvík tók ímóti Neistanum. Dysturin var sera javnur gjøgnum allan dystin.
8-11 16 min.
14-15 25 min.
Hálveikstøðan var 15-16 til gestirnar.
18-18 36 min.
22-22 42 min.
23-25 47 min.
26-27 55 min
27-28 endaði dysturin.
Neistin hevur nú lagt seg á fyrsta plássið við 6 stigum, hinvegin hevur Team Klaksvík enn síni fyrstu stig til góðar.
Les eisini >>Meting um komandi dystir<<
Tað eru eisini tveir dystir spældir í Elektron deildini í dag.
Í Klaksvík tók Stjørnan ímóti oddaliðnum Kyndli. Undan hesum umfarinum segði Hallur Danielsen tá ið hann metti um dysturnar í vikuskiftinum at "hetta umfarið er Kyndil kanska greiðasti favoritturin í Elektron deildini." Tað var heimaliðið, sum fekk tí betri byrjana tí aftaná 15 min var støðan 5-4 til Stjørnuna. Hálvleikstøan var 10-10. Í seinnahálvleiki var tað liðið úr Havn, sum rann undan aftaná 45 min var støðan 16-20. Síðsta korteri komu sjey mál, trý til heimaliðið og fýra til Kyndil. Dysturin endaði 19-24.
Í Vági tók VB ímóti greipuvinnarnum frá seinasta kappingarári, tá Neistin kom á vitjan. Hallur segði millum annað um tann dystin at "á heimavøllinum hjá VB fær ongin nakað givið" tað fingu kvinnurnar hjá Neistanum eisini at síggja í høllini í Vági. Hálvleikstøðan var 12-12. Aftaná 46 min var støðan 22-20 til VB. Dysturin endaði við at VB vann 29-25.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald