
Hondbóltssambandið fær áhugaverda vitjan í dag, tá ítróttastjórin í danska hondbóltssambandinum, Morten Hendriksen, og aðalskrivari, Morten Stig Christensen, verða í Føroyum.
Teir báðir eru kendir í hondbóltsheiminum, og hava átt virknan leiklut í stóru framgongdini, sum hevur verið í donskum hondbólti. Morten Stig Christensen er eisini kendur sum gamal landsliðsspælari, sjónvarpsvertur og ítróttastjóri í TV2.
Teir báðir fara millum annað at hyggja at dysti í bestu mansdeildini, venja U15-dreingirnar í leikaramenningini hjá HSF og hava fyrilestur fyri venjarum o.ø..
Hóskvøldið er spennandi fyrilestur fyri øllum áhugaðum í høvuðssætinum hjá BankNordik, tá Morten Stig Christensen fer at hugleiða um lív og yrkisleið sína, greiða frá um DHF, danskan breiddar- og elituhondbólt, virðini o.m.a.
Tiltakið er ókeypis og til ber at tekna seg til fyrilesturin her:www.banknordik.fo/HSF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald