Ítróttur

Hondbóltskapping verður leygardagin

...

2013-09-03 01:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Leygardagin verður hondbóltskapping í høllini í Kollafirði millum fýra av liðunum í Atlantic Airways -kappingini. Tey fýra liðini, ið verða við, eru KÍF, H71, VÍF og Kyndil.

Kappingin er løgd soleiðis til rættis, at øll liðini møta øllum, og hvør dystur varar 2 x 20 minuttir. Kappingin byrjar kl. 13.00, og verður liðug kl. 18.30.

Dystaryvirlitið er hetta:
13.00: KÍF - VÍF
13.50: H71 - Kyndil
14.50: KÍF - H71
15.40: Kyndil - VÍF
16.40: VÍF - H71
17.30: KÍF - Kyndil

Vit leikarar vóna sjálvandi, at tit hava hug at koma og stuðla okkum og felagnum. Higartil hava vit leikt ein venjingardyst, sum var um vikuskiftið, har vit vunnu á H71.

Tað kostar 30 kr. at koma inn.

KÍF.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder