JN

Homolosjan og hyklarin ganga við sama stevi

...

2015-07-30 22:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Komið og heiðrið samleika og syngið okkara lag og gangið við okkara stevi ella.......

Tað átti at verið slagorðið hjá hesum, ið nú ganga túr í Tórshavn. Sjálvur havi eg einki ímóti at fólk ganga túr, líkamikið hvør orsøkin er. Eg gangi ofta túr sjálvur. Men tá gongutúrurin hevur til endamáls at spjaða heldur enn at savna fólk, tá takki eg nei ??? bæði til gongutúrin og at gerast partur av einum tragikomiskum glantrileiki, har javnlíkir rætt-trúgvandi tolsemistar gera mun á monnum orsaka av meining og trúgv. Tá er speisemið vorðið fullkomið! Tú ert bara skilvísur og tolsamur, um tú gongur við okkum, til okkara stev og tóna og heldur og trýr sum vit! Tá er talan um ein hóp af fólki, ið eru so sjálvgóð, at tey í teirra sjálvkravda leikluti ikki síggja teirra egnu fordøming! Tá røkkur hergongan og hyklið eitt nýtt hámark. Eg vænti tó ikki, at vit hava sæð toppin enn, tíverri. Eg sigi, sum so nógv onnur hava sagt fyri mær og við meg: Hetta rokið er farið frá at snúgva seg um rættindir til eina hets móti teimum, ið ikki stuðla uppundir alt tað, ið homolosjan og teirra sjálvútnevndu verjar og tolsemistar standa fyri! Tað er eingin tilvild, at hergongan er júst áðrenn eina hátíð, ið skal savna fólkið! Vit hava umaftur og umaftur sæð, at endamálið er at spjaða heldur enn at savna og at fordøma heldur enn at forstanda. Fjølbroytni og tolsemi er í øllum førum bert fyri tey serligu og útvaldu, sum hava hoppað uppí populistiska tolsemist vognin. Annars ynski eg tykkum øllum, bæði serligu, útvaldu og okkum, sum standa uttanfyri, eina góða ??lavsøku!

Heilsan Rani Andrasson Skaalum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder