Ítróttur

Høllin á Argjum tikin í nýtslu

...

2017-08-25 14:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hátíðarhald var nú um middagsleitið, tá nýggja ítróttarhøllin á Argjahamri varð tikin í nýtslu. Annika Olsen, borgarstjóri, Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini, Sunrid í Gong, forkvinna í ÍA, og Høgni Lauritsen, stjóri í TG-Verk hildu røður.


Annika Olsen nevndi, at við tí stóra fólkavøkstrinum, sum er og verður á Argjum, so verður her av sonnum talan um ein ítróttadepil, sum tørvur er á og sum vónandi verður brúktur í fult mát.

- Vit hoyrdu so seint sum í gjár, at í minst lagi 150 grundøki eru og verða tøk á Argjum innan stutta tíð. Tað kann merkja ein fólkavøkstur á einum lutfalsliga lítlum øki uppá fleiri enn 500 fólk, og tað setir sera stór krøv til kommununa. Eitt av hesum krøvum er, at kommunan tryggjar møguleikarnar fyri íðkan.

Arbeiðið er framt í partalagi millum Tórshavnar kommunu, Sp/f TG Verk sum arbeiðstakara og Sp/f MAP arkitektum sum ráðgeva, umframt við undirráðgevunum P/F LBF innan konstruktión og el, og Sp/f PB Consult innan hita, vatn og sanitet.

- Tað skal vera mín vón, at øll fáa gagn av høllini, næmingar og argjafólk, umframt tey mongu, sum í løtuni hava torført at finna venjingartímar í verandi hallum.

- Eg fari at takka tykkum, sum hava staðið fyri byggingini, og ynskja hjartaliga tillukku við høllini. Nú gleða vit okkum til fyrstu dystirnar í vón um, at vit øll fáa gleði og gagn av høllini, segði Annika Olsen, borgarstjóri m.a.













Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder