Mentan

Holgar á Voxbotn 2015

...

2015-06-13 13:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sørvingurin Holgar Jacobsen gjørdist heimskendur í Føroyum í bólkinum Holgar og Villmen, ið plagdu at luttaka í Prix Føroyum, við siðbundnum rokkløgum. Men tað var sum solistur á fystu soloútgávuni ???Ongan veg???, at Holgar veruliga fekk sítt gjøgnumbrot. Djúphugsnu og vælskrivaðu tekstirnir settir til vøkur og líkatil løg, og sungin av hesi heilt serligu ráu røddini, eru nakað heilt serligt.

Nýggjasta útgávan ???Kanska tú svav??? bygdi á sama leist og fekk uppaftur betri móttøku. Á Voxbotn kemur Holgar við kassagittaranum og fer at framføra síni inniligu løg.

Voxbotn 2015 verður í Vágsbotni leygardagin 27. juni. Umframt Holgar, eru poppkometirnar John Martin og Michel Zitron, kendir frá Swedish House Mafia, Samantha Fox, X-Factor stjørnan Jógvan, tungmálmslegendan Udo, elektropopduoin Byrta, fólkarokkarin Marius Ziska, rappararnir Swangah, Ester Kristianssen, Eyðun & Terji, Marni Kruse, Døgg Nónsgjógv, trubadururin Stanley og divairnar í Flammu avdúkaði, umframt Gluntan og Sunrise, ið spæla til Bryggjudansin.

Forsølan til Voxbotn 2015 hevur gingið serstakliga væl, tí tað er so at siga útselt. Bara nøkur heilt fá ógoldin atgongumerki frá ebillett.fo, sum eru blivin tøk aftur eftir at gjaldsfreistin er farin, eru eftir. Tey verða seld á torginum uttanfyri Expert í SMS og á ebillett.fo frá mánadegnum 15. juni kl. 11.00 og til eingi eru eftir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder