2016-10-25 08:43
Vága kommuna skrivar: Nú verður hol sett á verkætlanina við miðstaðarøkinum í Miðvági. Fyrsta stigið er økið millum skúlan og høvuðsvegin. Jørð og flisa/laðingararbeiði verður gjørt í vetur, soleiðis at klárt verður at planta komandi vár, so økið stendur vakurt til vestanstevnuna, sum verður í Miðvági í 2017.
Viðhefta mynd vísir tillagaðu verkætlanina, sum varð víst fram á Vágafagnaðinum í mars í ár. Smærri tillagingar eru gjørdar, eftir at vit fingu nógvar og góðar viðmerkingar til tilfarið.
Skitsan vísir yvirorðnaðu ætlanina, sum verður gjøgnumførd stigvíst. Møguligar tillagingar kunnu verða gjørdar í takt við at verkætlanin verður gjøgnumførd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald