Politikkur

Høgni: ??theimin til Føroya og Føroyar út í heim

...

2015-06-09 02:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fólk umvæla húsini, skifta bilin út og keypa fleiri tænastur og vørur. Hetta er úrslitið av einum virknum uttanríkispolitikki.


Vit hava tveir vegir í at velja. Vit kunnu lata upp ella aftur. Í mínum verð er eingin ivi um, hvat vit skulu gera. Vit skulu lata upp. At byrgja seg inni er ikki ein gongd leið í 21. øld.

Tað er í veruleikanum hetta, fólkatingsvalið snýr seg um.

Tí tá ið samanum kemur, er tað samstarv við onnur lond, sum hevur og fer at skapa okkum framburð. Tað er, tá ið vit samskifta, handla og samstarva við onnur, at vit vaksa og taka okkum fram.

Men hví fara á val, tá ið føroyskur politikkur verður evnaður til á Vaglinum og ikki í einum parlamenti, sum liggur 1311 kilometrar burtur frá okkara egna?

Fyri Framsókn eru samskiftið og samstarvið á Christiansborg uttanríkispolitisk mál. Tí undir verandi skipan viðger Fólkatingið regluliga viðurskifti, sum hava beinleiðis ávirkan á Føroyar. Hesa støðu skulu vit fyrihalda okkum til og arbeiða eftir. Tí vit skulu gera okkara ávirkan galdandi, har avgerðirnar verða tiknar.

Seinastu árini hava vit eisini sæð, at uttanríkispolitikkur hevur ovurstóran týdning fyri okkum. Í stuttum kunnu vit siga, at tess meira ræðisrætt, politikararnir á Christiansborg mugu lata ES, tess meira kemur evropeiska samveldið at stjórna føroyskum politikki. Eg loyvi mær at ivast í, at hetta er ynskið hjá vanliga føroyinginum.

Eg leggi tí stóran dent á, at vit føroyingar umboða okkum sjálvar á støðum, haðani hendan ávirkanin kemur. Vit skulu hava ein miðvísan uttanríkispolitikk, sum styrkir okkara sjálvsfatan og virðing, gevur okkum vitan og perspektiv og mennir okkara vinnu, sølu og búskap. Hava vit ein sjálvstøðugan uttanríkispolitikk, byrgja vit okkum ikki inni. Vit lata upp.


Tí er tað so umráðandi, at vit sjálvi skipa og stýra okkum sjálvi.

Vit merkja longu ta góðu ávirkan, sum ein sjálvstøðugari uttanríkispolitikkur hevur. Vit síggja tað í Havn, í Vágum, á Skálafjørðinum og alla aðrastaðni í landinum. Fólk umvæla húsini, skifta bilin út og keypa fleiri tænastur og vørur. Hetta er úrslitið av einum virknum uttanríkispolitikki. Tað gongur sjón fyri søgn, at Føroyar eru vorðnar munandi ríkari, síðani vit av røttum ásettu okkum størri uppsjóvarkvotur. Frammanundan vóru vit við skerdan lut.

At vit tryggja landinum størri virði og ikki hokna, tá ið ES og øll limalondini biðja Føroyar leggja seg niður, vísir greitt, at tað lønar seg at stríðast fyri egnum rættindum. Á henda hátt kunnu vit geva børnum okkara eitt enn betri lív enn tað, vit hava havt.

Við einum virknum uttanríkispolitikki, sum enn ikki er á okkara hondum, fáa vit komandi árini meira ávirkan. Tí er tað umráðandi fyri hvønn einstakan føroying, at Føroyar hava røttu umboðanina á øllum støðum, har vit kunnu ávirka og mynda okkara framtíð og órædd ganga leiðina fram móti nýggjum sigrum.


??
theimurin skal til Føroya, og Føroyar skulu út í heim. Hetta er umráðandi fyri Framsókn, og partur av hesari stremban verður undir verandi heimastýrisskipan rokkin á Christiansborg. Til tessa at røkka málinum um støðuga framgongd og uttanríkispolitiskt sjálvræði biðja vit um undirtøku frá Føroya fólki at standa á odda fyri at leiða okkum trygt og gott inn í framtíðina.

Høgni Reistrup, Framsókn

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder