Politikkur

Høgni: Reimund ber skeivar upplýsingar um barnaískoyti

...

2015-05-11 01:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað passar ikki, sum Reimund Langgaard í lesarabrævi førir fram, at uppskotið um barnaískoyti til børn undir fátækramarkinum, kann gera mun á húskjum við lágari inntøku. Uppskotið byggir hinvegin júst á, at ein ítøkilig meting skal gerast í hvørjum einstøkum føri, so øll fáa somu viðgerð.

Andstøðan hevur lagt uppskot á ting um eitt serligt barnaískoyti til húski, ið liva undir fátækramarkinum.

Undir fyrstu viðgerð av uppskotinum fríggjadagin 8. Mai 2015, førdi Reimund Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, fram, at uppskotið fór at gera mun á fólki ??? alt eftir, um tey høvdu arbeiði ella ikki. Ella um tey vóru stakir uppihaldarar ella ikki. Ella um tey vóru fólk í ymsum støðum við ymsum veitingum, fríplássum til dagsstovn o.s.fr.

Reimund fekk tó beinanvegin rættleiðing frá uppskotssetarunum , sum vístu á, at tað var beint tvørturímóti tí, sum hann førdi fram.

Helst er okkurt komið í bland hjá Reimundi. Tí síðani 2007 hevur verið latið eitt serligt barnaískoyti til stakar uppihaldarar. Tað verður latið uttan mun til inntøku, ogn og støðu annars.

Men hetta uppskotið hjá andstøðuflokkunum er heilt øðrvísi. Hetta er eitt málrættað barnaískoyti til húski, ið liva undir fátækramarkinum.

Uppskotið er sera einfalt. Tað er eitt uppískoyti til forsorgarlógina. Og tað sigur , at søkjast kann um eitt serligt barnaískoyti til húski, ið eru undir fátækramarkinum. Í hvørjum einstøkum føri skal Almannaverkið gera eina ítøkiliga meting av samlaðu støðuni ??? t.e. tøkari inntøku, íroknað veitingar, fripláss, ogn o.s.fr.

Uppskotið ger ongan mun á húskjum. Hvørki um tað eru hjún, sambúgvandi ella støk. Við arbeiðsinntøku ella við ymsum veitingum.

Tí hjá børnum í fátækradømi er jú talan um er sera ymiskar støður, sum vit hava sæð so mong dømi um.

Tað er tí sera hugstoytt, at Reimund Langgaard nú endurtekur sína heilt skeivu útlegging av uppskotinum í einum lesarabrævi.

Eisini er tað undrunarvert, at hetta verður gjørt, tá ið tað snýr seg um eina hjálp til tey, ið eru ringast fyri, meðan uppskot frá samgonguni fyri 10 og 100-tals milliónir flúgva ígjøgnum tingið, uttan nakra viðgerð ella upplýsingar ella viðmerkingar frá samgongufólki.

Og eg fari staðiliga at heita á Reimund og øll onnur tingfólk um ikki at grugga málið og leggja tað skeivt út fyri almenningin, men sakliga at viðgera møgulig ivamál, so hetta kann samtykkjast.

Høgni Hoydal

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder