Politikkur

Høgni Hoydal spyr um ferðasambandi til Mykines vetrarhálvuna

...

2014-12-09 22:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Munnligur fyrispurningur

Til

Johan Dahl, landsstýrismann í samferðslumálum

Viðvíkjandi ferðasambandinum til Mykines vetrarhálvuna

1. Hvussu vil landsstýrið lýsa ferða- og flutningssambandið til Mykines vetrarhálvuna ??? og hví er tað skipað so?

2. Hví er ferðasambandið og flutningssambandið til Mykines vetrarhálvuna ??? bæði sjóvegis og við tyrlu ??? munin verri enn til aðrar oyggjar vetrarhálvuna?

3. Heldur landsstýrið, at tað kann góðtakast, at Mykinesfólk ikki hava sama grundleggjandi ferða- og flutningssamband sum onnur pláss í landinum?

4. Hvat ætlar landsstýrið at gera til tess at tryggja eitt javnsett og dagført ferða- og flutnings­samband til Mykines vetrarhálvuna?

Viðmerkingar

Mykines er eitt tað størsta ferðamálið hjá vitjandi summarhálvuna. Og tá er dúglig ferðsla sjóvegis við fleiri dagligum fráferðum í ferðaætlanini.

Men vetrarhálvuna vendist álvarsliga í holuni hjá mykinesfólki. Tá er tað eins og Mykines gerst ???tann gloymda oyggin???.

Og fyri mykinesfólk og tey, ið hava tilknýti til oynna ella vilja vitja, er ferða- og flutningssambandið vetrarhálvuna munandi verri enn til allar aðrar oyggjar í landinum:

- Einki sjóvegis samband er um veturin, uttan nakrir túrar í heystfrítíðini (um viðrar).

- Einasta farleið er tyrlusambandið, men sum einasta oyggj er einki beinleiðis tyrlusamband til høvuðsstaðin, men flúgvast má til og frá flogvøllinum í Vágum.

Talan er sostatt um munandi vanbýti fyri mykinesfólk, tá tað snýr seg um eina so grund­leggjandi tænastu sum ferða- og flutningssamband. Ikki bert í mun til størru plássini í landinum, men eisini í mun til aðrar útoyggjar.

Tað tykist sum samferðslan til Mykines er bert løgd til rættis fyri útlendsk ferðafólk og vitjandi á sumri, men als ikki fyri fólkið í oynni.

Tí verður spurt, hvat landsstýrið ætlar at gera til tess at rætta hendan ójavna og at tryggja eitt dagført ferða- og flutningssamband til Mykines.

Á Løgtingi, 9. desember 2014

Høgni Hoydal

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder