2016-10-27 21:22
07Vestur skrivar: Høgni Egilstoft Nielsen hevur í kvøld longt sáttmálan við 07 Vestur. Hóast bert 19 ár er Høgni ein av kjarnuleikarunum í 07 Vestur, og spældi 22 dystir á besta liðinum í ár. Hjartaliga tillukku!
Tað eru longu 2 ár síðan ungi sandavágsmaðurin bleiv kosin Ársins Stjørnuskot, síðani hevur hann leikt 64 dystir á besta liðinum. Eisini hevur hann tikið stóra ábyrgd á unglingaliðinum, sum vann bronsu heiðursmerkir í ár.
Vit gleða okkum til framhaldið. Hjartaliga tillukku!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald