Ítróttur

Høgni heldur fram í svørtum

...

2015-10-22 02:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 Vestur: Eisini Høgni E. Nielsen hevur longt sáttmálan við 07 Vestur í kvøld. 18 ára gamli miðvallarin, hevur longu spælt 50 dystir fyri besta liðið, umframt ein hóp av dystum á 2. liðið og í unglingadeildini.


Høgni spældi longu sínar fyrstu dystir á besta liðinum í 2013, har hann fekk 7 dystir í EFFO-deildini heilt móti endanum av kappingini. Í fjør og í ár hevur hann so spælt 42 dystir í 1. deild og 1 í steypakappingini. Høgni var eisini ein týðandi leikari í unglingadeildini, har hann gjørdist toppskjútti okkara við 7 málum í 15 dystum.

Vit ynskja Høgna tillukku og blíðan byrð komandi ár!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder