Politikkur

Høgni fyrilestur um Føroyar á altjóða ráðstevnu

...

2014-10-23 16:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Á altjóða ráðstevnum um fullveldisrørslur í Evropa, sum varð hildin í Mariehamn í Álandi, hevur Høgni Hoydal hildið fyrilestur um Føroyar og føroysku fullveldisrørsluna.

Altjóða felagsskapurin, European Free Alliance, og flokkurin ??lands Framtid bjóðaðu Høgna at halda fyrilestur saman við fyrilestrarhaldarum úr Skotlandi, Katalonia, Belgia og ??landi.

Á ráðstevnuni varð dentur lagdur á tær demokratisku rørslur í Evropa, sum vilja fremja rættindi hjá tjóðum, ið enn ikki hava framt sín sjálvsavgerðarrætt og sum vilja samstarva beinleiðis í altjóða samfelagnum. Víst varð á við dømum um alt Evropa, at tað oftast er avoldað nasjonalisma frá teimum gomlu valdsríkjunum í Evropa, sum berjist ímóti og forðar demokratiskum frælsisrørslum at gerast javnsettir partar í heiminum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder