Tað hevur verið bíðað við spenningi eftir, hvussu landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, fór at skipa fiskiskapin í 2016.
Landsstýrismaðurin hevur verið sera atfinnginarsamur mótvegis førda fiskivinnupolitikkinum og ikki minst umsitingini av lógini. Hann hevur áður, áhaldandi, nýtt orð sum "ein korrupt skipan", "lógloysi", "tilvildarlig umsiting" v.m., bæði í Løgtinginum og í miðlunum.
Í millum jól og nýggjár, tann 28. desember 2015, lýsti landsstýrismaðurin tær flestu kunngerðirnar, sum eru grundarlag fyri, hvussu fiskiskapurin skal skipast í 2016.
Tað áhugaverda er, at kunngerðirnar, uttan undantak, eru tær somu, sum vóru lýstar áðrenn jól í 2014, og vóru grundarlag fyr fiskiskapinum í 2015.
Í flestu førum er bert støddin á kvotunum broyttar, tí hesar skifta frá ári til ár. Landsstýrismaðurin hevur tó broytt kunngerðina um fiskiskap á Flemic Cap soleiðis, at trolarar, bólkur 2, sum í 2015 høvdu 1/3 av kvotuni, í ár bert fáa 1/4 av kvotuni. Tað er ongin frágreiðing um, hví landsstýrismaðurin hevur gjørt hesa broyting.
Tað mest áhugaverda er kunngerð nr. 173 frá 28. desember 2015, makrelkunngerðin. Kunngerðin er tann sama, tó við smærri broytingum, sum kunngerð nr. 75 frá 8. juni 2012, sum skipaði makrelfiskiskapin í 2012.
Tá kunngerðin var lýst í 2012, kærdi Høgni Hoydal undirritaða til Landsstýrismálanevndina.
Í byrjanini av kæruni, sum er dagfest 13. juni 2012, sigur Høgni Høydal:
"Kæra um heimildarloysi og ólógligar avgerðir í fyrisitingini av makrelfiskiskapi fyri 2012
Hervið verða fyrisitingarligu avgerðirnar hjá landsstýrinum í sambandi við at skipa makrelfiskiskapin fyri 2012 kærdar til Landsstýrismálanevndina.
Kært verður um:
1. Yvirskipaðu fyrisitingarligu avgerðirnar hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og hjá løgmanni í málinum.
2. Um kunngerðina um makrelfiskiskap frá 8. juni 2012:
a) At kunngerðin ikki er í samsvari við greiðar lógarheimildir, fyrisitingarligar
rættarreglur ella siðvenjur.
b) At hon er greitt brot á grundreglurnar í lógini um vinnuligan fiskiskap viðvíkjandi
skipabólkum og bólkabýti.
c) At landsstýrismaðurin uttan lógarundarlag ásetir sær sjálvum nýggjar heimildir at
býta út og flyta kvotur og virðir millum fiskifør eftir tilvildarligum avgerðum.
3. Um vantandi eftirlit løgmans við, at landsstýrismenn fyrisita á lógligan og fullgóðan hátt, sambært Stýrisskipanarlógini §33, stk. 3."
Tað verður ov langdrigið at endurgeva alla kæruna, hon kann lesast á linkinum niðanfyri, men serliga eitt brot sker í eyguni:
"At vanlig krøv til eitt fólkaræði og rættarsamfelag eru serliga skerpað í einum máli sum hesum átti tískil at verið sjálvsagt. Fyrisitingin skal byggja á:
- greiðar lógarreglur og heimildir,
- grundaðar siðvenjur,
- fult gjøgnumskygni,
- neyvt eftirlit við at lóg og rættur verða hildin,
- at sakliga grundarlagið undir øllum avgerðum kann eftirkannast og kærast,
- og á at øll eru líka fyri lógini, sum skulu virka undir henni.
Men í teimum avgerðum, sum landsstýrið hevur tikið í sambandi við makrelfiskiskap í 2012, eru ongi av hesum grundleggjandi fyrisitingarligu krøvum uppfylt:
- Ongar greiðar lógarreglur og heimildir eru gjørdar.
- Grundaðar siðvenjur eru sleptar og broyttar.
- Onki gjøgnumskygni er í avgerðunum ella nakað metingargrundarlag.
- Onki eftirlit er við, at lóg og rættur verða hildin.
- Onki sakligt grundarlag at meta eftir, eftirkanna og kæra eftir.
- Onki rættargrundarlag og tilvildarligar og ymiskar ásetingar og avgerðir fyri tey, sum skulu virka undir lógini."
Høgni Hoydal fekk "fría mikrofon" í miðlunum, har hann, sera álvarsamur, slapp at endurtaka omanfyri nevnda, og harmast um óskilið í Fiskimálaráðnum og í politisku skipanini sum heild. Ongin setti spurnartekin við rættleikan í útsøgnunum hjá Høgna Hoydal, tað skuldu onnur standa til svars fyri.
Landsstýrismálanevndin viðgjørdi kæruna í eitt ár, men kom ikki við nøkrum úrskurði.
Hvørjar hugsanir Høgni Hoydal ger sær nú, hann sjálvur umsitur lógina, júst soleiðis, sum undirritaði gjørdi, er ikki gott at vita. Tað nærmasta eg kann koma er orðatakið: "Ongin er fullspottaður fyrrenn hann spottar seg sjálvan."
Meginparturin av fiskiskapinum, uml. 90%, hevur ligið í føstum kørmum síðan lógin kom í gildi í 1994, skipa við veiðiloyvum, egnum døgum, egnum kvotapørtum og egnum hjáveiðikvotapørtum. Restin, uml. 10%, er í høvuðsheitum skipa sum felagskvota til ávísar skipabólkar.
Hesum hevur sjálvt Høgni Hoydal funnið út av, nú hann hevur skipað fiskiskapin fyri 2016.
Jacob Vestergaard,
løgtingsmaður.
Makrelkunngerðin 2016
http://www.kunngerdaportalur.fo/_vti_bin/api.svc/v1/document/f8fcc8f1-2403-4f9b-876c-2ff310a19590
Makrelkunngerðin 2012
http://logir.fo/Kunngerd/75-fra-08-06-2012-fra-skipan-av-fiskiskapinum-eftir-makreli-vid-fiskiforum-undir-foroyskum-flaggi
Kæran til Landstýrismálanevndina
http://logting.fo/files/casecommittee/221/Skjal%2001%20Kaera%20makrelfiskiskap%202012.pdf
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald