Politikkur

Høgni: Ein innilig áheitan á øll, sum hava ávirkan

...

2014-10-18 17:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinasta útkall at fáa tryggar KT-skipanir fyri allar føroyingar og eina blómandi vinnu í Føroyum

- Ein innilig áheitan á Landsstýrið, Løgtingið og øll, sum hava ávirkan

Um vit tora at taka avgerðirnar og seta bankunum krøv, kunnu vit í Føroyum skapa tryggar og samvirkandi KT-skipanir fyri allar føroyingar. Og vit kunnu leggja grundina undir eini blómandi vinnu. Men tað er seinasta útkall nú, áðrenn alt verður slept og endaliga læst fast í teimum avreiddu skipanunum

Høgni Hoydal

Tín bankakonto. Netbanki. Lønarseðlar. Gjaldskort. Keypa á netinum. Postur. Pensjón. Skattur. Samskifti við myndugleikar. Undirskrift. Ognaruppgerð. Persónlig skjøl. Privat viðurskifti.

Allar okkara mest persónligu upplýsingar ??? og nærum alt sum vit gera sum persónar og samfelagsborgarar ??? er í dag á teldum og fer fram gjøgnum kunningartøkni (KT).

Vit høvdu eina frálíka skipan í Føroyum, har tað almenna og peningastovnarnir gingu saman um at gera einfaldar og samvirkandi skipanir. Til frama fyri hvønn einstakan borgara og til frama fyri alt samfelagið og vinnuna í Føroyum.

Ígjøgnum Elektron ??? og ígjøgnum aðrar føroyskar KT-fyritøkur og almennar stovnar ??? varð prógvað, at tað ber væl til at gera góðar, tryggar og kappingarførar skipanir í Føroyum. Skipanir, sum onnur lond hava granskað og roynt at læra av. Og vit hava ørgrynnu av dugnaligum fólki, ið kunnu menna og viðlíkahalda skipanir, sum kunnu samskifta við allan heimin og eisini selja tænastur uttanlands.

Elektron hevði eina haldgóða og kappingarføra loysn fyri at menna netbanka og alt okkara peningaliga samskifti. Eisini nú hevur Elektron longu ment eina fína og trygga skipan fyri sonevnda ???talgilda undirskrift???, sum allir føroyingar kundu nýtt í sínum dagliga samskifti.

Niðurlaðingin

Men tá ið bankarnir gjørdu av at senda allar okkara peningaupplýsingar og skipanir av landinum, byrjaði ein stór og ógvuslig niðurlaðing av hesum virksemi og møguleikum. Hóast óteljandi royndir at steðga flytingini við lóg, og síðani at áleggja við lóg at taka skipanirnar heim aftur, áðrenn alt varð flutt, so hevur tað enn ikki fingið undirtøku. Tað má tó nú standa øllum greitt, at onki hevur verið beint, sum peningastovnarnir hava ført fram mótvegis almenningi og løgtingi sum grundgeving fyri at flyta alt av landinum..

Sjálv flytingin hevur kostað peningastovnunum og harvið øllum føroyskum brúkarum og vinnu hundraðtals milliónir. Tað hevur kostað nógv arbeiðspláss og førleikar, har bara á Elektron meira enn ein triðingur av fólkinum er sagdur upp. Og bankarnir rinda helst omanfyri 50 mió. kr. um árið til ta donsku fyritøkuna Skandinavisk Data Center (SDC), fyri eina verri tænastu og fyri at byggja førleikar og arbeiðspláss uttanfyri Føroyar.

Nú hevur størsti bankin í SDC ??? sum enntá átti nevndarformannin ??? tikið seg úr SDC. Teir meta seg bæði at spara pening og fáa betri tænastu aðrastaðni. Eftir sita føroysku peningastovnarnir í SDC og mugu gjalda lutfalsliga meira. Og sambært donskum miðlum verður tað skjótt bundið fyri, so at tað nærum verður ógjørligt at sleppa úr SDC.

Vit hava sum nú er onga ávirkan og ræði á, hvat hendir við peningaupplýsingunum hjá øllum føroyingum. Vit hava onga ávirkan á, um SDC leggur saman við øðrum ella sendir sínar skipanir onkra heilt aðrastaðni.

Vit kundu gingið undan við KT-trygd og skipanum

Mong hava longu upplivað, at føroyskir brúkarar standa gyrdir í brøkur, tá skipanirnar ikki virka og tá ið trygdarvandar og álop frá teldusníkum kunnu steingja ella gera seg inn á okkara kontur og kort. Venda vit okkum til okkara peningastovn í Føroyum, so vísa teir bert til eina skipan uttanlands, ið teir ikki hava ávirkan á.

Føroysku bankarnir krevja so eisini nú, at tá ið vit skulu nýta sonevnda ???talgilda undirskrift???, so skal tað eisini fara ígjøgnum eina danska skipan ??? hóast vit hava eina skipan klára í Føroyum. Vit verða tá øll bundin í øllum okkara dagliga og gerandis samskifti av, at alt skal sendast av landinum til avgreiðslu. Til skipanir, ið vit gjalda í dýrum dómum fyri, men onga ávirkan hava á.

Tað er sostatt seinasta útkall at gera nakað við hetta nú, og at fáa bygt upp skipanirnar aftur í Føroyum og seta bankunum krøv.

Hugsið tykkum, um vit nú settu okkum fyri, at vit í Føroyum kunnu hava tær tryggastu KT-skipanirnar fyri hvønn einstakan. Har okkara upplýsingar eru best vardir og har vit hava ræðið á teimum. Har vit brúka okkara dugnaligu fólk at menna eina vinnu og at menna loysnir, ið eisini kunnu útflytast og samvirka trygt við aðrar skipanir í heiminum. Har tað almenna og tað privata aftur kunnu samstarva um einfaldar og góðar loysnir.

Jú, tað ber væl til. Tað krevur bert at vit taka avgerðina og fara undir at gera tað.

Og tí hesa inniligu áheitanina á Landsstýrið, Løgtingið og øll, sum hava ávirkan, um at taka stigini, áðrenn ov seint er.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder