Vinna

Høgiklettur skal landa 350 tons til Pelagos í Fuglafirði

...

2015-09-28 19:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Høgiklettur kemur á Fuglafjørð um 18-tíðina í kvøld við 350 tonsum av makreli, sum teir hava tikið ímóti frá Róki/Lerki og Skálafossi/Hansu Mariu.

JN.fo tosaði umborð á Høgaklett fyri løtu síðan, teir siga, at makrelurin nú er nógv størri, enn teir hava fingið undanfarnu túrar - meðalstøddin liggur um 470 gramm, støddin kom annars uppí 500 gramm.

Stóri makrelurin er nógv verri at fáast við enn tá ið støddin er minni.

Høgiklettur sleppir framat at landa beinanvegin teir koma inn. 

Høgiklettur fer nýggjan túr í morgin, tá við Skálafossi/Hansu Mariu og Jens Leon/Búgvanum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder