2015-09-23 04:18
Høgiklettur, sum hevur tikið ímóti frá partrolarunum Róki og Lerki, fór í morgun at sigla inn við smáum 700 tonsum av makreli, sum teir skulu landa á Tvøroyri til Varðin Pelagic. Rókur og Lerkur liggja á feltinum og bíða til Høgiklettur kemur út aftur.
Høgiklettur verður á Tvøroyri um 8-tíðina í morgin, teir sleppa framat at landa á middegi, tá verður liðugt at landa Jupiter.
Skipini hava øll roynt í útnyðringshorninum í føroyskum sjógvi norðanfyri, tað er góður makrelur tey koma við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald