Vinna

Høgiklettur bíðar eftir landingartørni hjá Pelagos

...

2015-09-03 21:56 Author image
placeholder

 Høgiklettur kom á Fuglafjørð í nátt við 1.000 tonsum av makreli, sum teir hava tikið ímótir frá trolarunum Baki og Stelki, sum hava samtrolað ímeðan Høgiklettur hevur pumpað inn.

Túrurin vardi í 4 dagar.

Høgiklettur skal landa til Pelagos, men har landar Christian í Grótinum í løtuni, so skal Atlantsfarið landa 1.000 tons, áðrenn Høgiklettur fær tørn.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder