2019-02-09 11:24

Høgaberg, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu vestur úr Hebridunum, kemur á Fuglafjørð seinnapartin við 1.000 tonsum, sum teir skulu landa til Pelagos.
Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir søgdu, at tað var góður svartkjaftur, støddin liggur um 150-160 gramm, Høgaberg hevði 3 tov, sum teir fingu tey 1.000 tonsini burturúr.
Í løtuni er Høgaberg staddur tætt vestur úr Suðuroynni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald