Vinna

Høgaberg og Fagraberg koma á Fuglafjørð áðrenn miiddag

...

2017-10-13 08:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Høgaberg og Fagraberg koma á Fuglafjørð beint áðrenn middag við sild, sum teir skulu landa til Pelagos.

Bæði skipini hava fiskað í altjóða sjógvi, beint norðanfyri føroyska markið.

Høgaberg hevur 820 tons og Fagraberg hevur 800 tons.

Í løtuni landar Finnur Fríði, aftaná teir skal Fagraberg landað, Høgaberg sleppir framat sunnunáttina.

Tá ið liðugt er at landa fara skipini aftur á sildaveiðu norðanfyri.

Í løtuni eru bara tvey føroysk skip á sildafeltinum norðanfyr, tey eru Næraberg og Hoyvík, sum royna tætt norður úr føroyska markinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder