2017-04-03 15:25
Høgaberg hevur gjørt ein skjótan svartkjaftatúr - teir fóru av Fuglafirði hóskvøldið og hava roynt vestur úr Hebridinum, har teir gjørdu 4 tov, sum teir fingu 2.000 tons burturúr.
Høgaberg kemur á Fuglafjørð tíðliga í nátt, teir landa svartkjaftin til Havsbrún.
Skipari á Høgabergi hendan túrin er 26-ára gamli Jógvan Ingvard Olsen, tað er fyrstu ferð, at Jógvan Ingvard førir skip, hann hevur silgt sum stýrimaður, síðan hann var liðugur við útbúgvingina á Vinnuháskúlanum fyri tveimum árum síðan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald