2019-10-30 13:51

Høgaberg, sum hevur roynt eftir sild í altjóða sjógvi heilt norðuri á 68,3N, siglir inna, teir verða á Fuglafirði um tvey tíðina í nátt, men sleppa ikki at landa til Pelagos fyrrenn hóskvøldið.
Vit tosaðu umborð á Høgaberg fyri løtu síðan, støddin á sildini liggur um 380 gramm, teir høvdu gott veður nú, men í nátt var vindur av vestri - uppí 20m/sek.
Í løtuni landar Isafold til Pelagos, teir hava 600 tons, aftaná skal norska skipið Gerda Marie landa, teir hava umleið 1.000 tons.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald