Vinna

Høgaberg kemur á Fuglafjørð fyrrapartin í morgin

...

2019-09-24 15:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Høgaberg, sum hevur roynt við nót eftir makreli í norskum sjógvi, er farin at sigla inn, teir rokna við at verða á Fuglafirði fyrrapartin í morgin, men sleppa ikki framat at landa fyrrenn hósdagin.

Høgaberg hevur 1.000 tons, okkurt kast var makrelurin yvir 500 gramm, men tey flestu beint undir 500 gramm.

Teir rokna við, at fara nýggjan túr aftur fríggjadagin, teir fara aftur á makrelveiðu í norskum sjógvi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder