Ítróttur

HM/EM liðið:Innbjóðing úr Danmark

...

2016-04-26 23:02 Author image
placeholder

Tað hevur verið og er nógv á skránni hjá Flogbóltssambandinum, síðani landskappingin endaði seinasta vikuskiftið í mars.

  • U 19 liðið hjá kvinnum hevur verið til EM-kapping í Skotlandi

  • U 20 liðið hjá monnum hevur verið til EM-kapping í Kýpros

  • A-landsliðið hjá monnum skal til Luksemborg um miðjan mai í HM/EM kapping

  • A-landsliðið hjá kvinnum leikar á heimavølli HM/EM kapping 23. -25. Mai

Og nú hevur Flogbóltssamband Føroya fingið innbjóðing at leika ein A-landsdyst í móti danska A-landsliðnum hjá kvinnum í Danmark hin 7. Mai.

Orsøkin til innbjóðingina er uttan iva tey góðu úrslit, sum føroysku flogbóltsleikararnir hava havt í Danmark, har millum annað Sofía Purkhús gjørdist ársins leikari, umframt at systurin Elisabet Purkhús, Eina Kalsø, Jastrid Sivertsen og Birgit Guttesen hava verið knýttar at VK-Amager, sum vann bronsu í donsku kappingini.

Men eisini Urd Traðará og Eyð Guðrunsdóttir Jensen hava víst síni kynstur, tí tær megnaður í ár at flyta upp í bestu donsku deildina við liðnum Randers Novo/Ikast.

Spentur landsliðsvenjari

Jóhan Petur á Stongum, landsliðsvenjari, sigur í stuttari viðmerking, at hann vónar, at Flogbóltssambandið finnur fígging til hesa innbjóðing frá danska flogbóltssambandinum, tí hann metir, at hetta er ein stórur heiður til føroyskan flogbólt, sum nú hevur fingið eina innbjóðing frá einum størri norðanlandi. Hetta kemur at geva kvinnulandsliðnum nógv, og hevði verið ein super fyrireiking til kappingina, sum verður í Føroyum 23. ??? 25. Mai, tá føroyska liðið skal spæla ímóti Írlandi, Liktenstein og Kýpros.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder