Flogbóltur: Tað eru tríggir leikarar úr KÍF við á landsliðnum í ár. Uttan iva, er hetta stórsta talið av leikarum, sum KÍF hevur havt við á einum A-landsliðið í flogbólti.
Leikararnir eru hesir:
Navn: | Hædd | Aldur | Leikapláss | Landsdystir |
Hanna Andriasdóttir Olsen | 181 | 22 | Áleypari | 0 |
Sóley Poulsen | 180 | 26 | Miðblokkur | 25 |
Guðrun Simona L. Joensen | 163 | 24 | Hevari | 15 |
Hanna A. Olsen fer mánadagin at spæla sín fyrsta A-landsdyst, men hevur fyrr verið við á ungdómslandsliðum hjá Flogbóltssambandinum. Hennara sterka síða er álopið, har hon hevur sera stóra slagstyrkið.
Sóley Poulsen hevur í heimligu kappingini víst sína styrki sum ein sterkur miðleikari, umframt at hon í ár varð vald sum ársins blokkleikari av venjarunum í kvinnukappingini. Hon hevur higartil leikt 25 landsdystir.
Guðrun Simona L. Joensen er við sum hevari. Hon var eisini við í EM-endaspælinum seinasta ár í Liktinstein, eins og hon var við á Oyggjaleikunum í fjørð. Sostatt er hetta triðja stóra kappingin hon er við í. Hon kemur mánadagin ímóti Írlandi klokkan 20,00 at spæla sín A-landsdyst nr. 16.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald