Ítróttur

HM/EM landsliði hevur seinastu venjingina í Kollafirði í dag

....

2016-05-21 09:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Flogbóltur: Føroyska kvinnulandsliðið hevur í dag kl 12,15 sína seinastu venjing í Kollafirði, sum hevur verið fastur venjingarstaður hjá liðnum í fyrireikingunum til HM/EM kappingina.

Liðið er nú fullmannað, eftir at seinastu leikararnir komu til landið í gjár.

Tað er serliga móttøkuvenjing og servitrýst, sum liðið venur í løtuni, upplýsa venjararnir Jóhan Petur á Stongum og Kristian Mikkelsen.

Í morgin flytir liðið á Hotel Føroyar, eins og Kýpros, Liktinstein og Írland, sum koma við Atlantic Airways í morgin.

Á myndini eru teir fýra leikararnir, sum eru úr Fleyr:


Navn: Hædd Aldur Leikapláss Landsdystir
Anja Sonnadóttir Danielsen 181 23 Áleypari 34
Súsanna Ludvig 183 19 Miðblokkur 0
Anna Sára Leifsdóttir Skaalum 172 24 Áleypari 0
Eyð Guðrunsdóttir Magnussen 175 24 Libero 11

Sum tað framgongur hava Anna Sára Leifsdóttir Skaalum og Súsanna Ludvík sína fyrstu A-landsdystir fyri framman, meðan Anja Sonnadóttir Danilesen skal spæla sín landsdyst nr. 35 mánadagin ímóti Írlands kl. 20,00 í Høllini á Hálsi. Eyð Guðrunsottir Magnussen hevur fyrr leikt í Fleyr, men spælir í løtuni í donsku landskappingini, og tryggjaður tær sær í ár uppflyting til bestu deildina. Hon skal spæla sín landsdyst nr. 12 mánadagin.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder