Eftir hvørja kapping er vanligt at kjósa bestu leikararna. Í hesum sambandi vendi Flogbóltssamband Føroya sær til Olivur Thomsen frá Kópakonu-bólkinum, fyri at kanna eftir, um møguleiki var at fáa ein eina standmynd av Kópakonuni, sum listamaður Hans Pauli Olsen hevur gjørt, til heiðursgávu til bestu leikararnar.
Olivur Thomsen var beinasamur, og var við upp á hugskotið beinan vegin.
Í samstarvið við listamannin Bernhard J. Hammer í Norðagøtu, var abeitt víðari við hesum hugskoti. Bernhard H. Hammer, sum dagliga arbeiðir við grótlíknandi tilfari gjørdi ein vakran kneysa til standmyndina eins og hann litaði kópakonuna við kopari.
Ein sera vøkur gáva, sum øll eru samd um, er ein heiðurlig gáva til bestu leikararnar í HM/EM kappingini, sum er í Føroyum í hesum døgum.
Hesi leikarar verða kosnir:
Besti leikari í kappingini ??? Latið:Tórshavnar Kommuna
Besti hevari - Latið:Fuglafjarðar Kommuna
Besti diagonalur - Latið:Sørvágs Kommuna
Besti álopsleikari - Latið:Vága Kommuna
Besti miðblokkur - Latið:Nes Kommuna
Besti libero - Latið:Tvøroyrar Kommuna
Besti føroyski leikarin:Latið:Klaksvíkar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald